Jump to content

Állur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Édouard Manet, 1864

Állur (latín Anguilla anguilla) heldur til bæði í sjógvi og feskum vatni. Hann gýtir í Sargassohavinum, og yngulin rekur við streyminum til Evropa, har hann sum glasállur fer upp í feskt vatn, og har heldur hann til, til hann fleiri ár seinni aftur fer á sjógv at fara aftur í Sargassohavið at gýta. Állur verður í mesta lagi 140-150 cm langur. Tá ið hann sum glasállur fer úr sjónum upp í feskt vatn, er hann um 7 cm. Fleiri ár seinni, tá hann aftur fer á sjógvin, eru siljafiskarnir ikki størri enn 60 cm. Í Føroyum eru rognafiskarnir sjáldan longri enn 65 cm, men kunnu verða upp í 125.

Állur er langur og klænur fiskur. Tvørskurðurin er mest sum rundur. Ryggfjøðurin er frá stertinum og umleið 2/3 fram á bakið. Hann hevur eina gotfjøður, ið byrjar beint framman fyri miðjuna á fiskinum og gongur aftur á endan. Sterturin er lítil, samanvaksin við ryggfjøðurina og gotfjøðurina. Hann hevur tvær smáar, avrundaðar uggafjaðrar og hevur ikki búkfjaðrar. Hann hevur lítið høvd, smá, rund eygu og undirbit. Tá állurin búnast og gerst blankur, vaksa eyguni munandi.

Állur líkist haválli, men kennist frá honum m.a. á tí, at uggafjaðrarnar koma ikki aftur undir ryggfjøðurina. Í Føroyum hevur állurin lítlan týdning, men nógvastaðni í Evropa verður hann nógv veiddur. Hann er úr Sargassohavinum til Móritania, fram við Evropa, í Íslandi og Føroyum til Norðurnoregs og í Hvítahavinum. Í Eystarasalti, Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.