Jump to content

Uruguai

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Uruguei)
Uruguei á korti yvir Suðuramerika

Uruguai (Spanskt; República Oriental del Uruguay) er eitt land í Suðuramerika, sum hevur mark við Brasil móti norði og til Argentina í ein útsynning. Har búgva umleið 3,4 milliónir og fólkatíttleikin er 19,1 pr.km². Uruguei fevnir um eitt øki á 176.220 km². Høvuðsstaðurin eitur Montevideo. Málið er spanskt, og tað mesta fólkið er katólskt.

Tað mesta av Uruguai er slættlendi. Jørðin er góð og veðurlagið gott, nóg mikið av regni og góður sólargangur. Landið er tí eitt rætt landbúnaðarland. Bøndurnir hava mest lagt seg eftir seyða- og neytahaldi. Nýtslyplanturnar, sum teir velta mest av, eru epli, hveiti og mais; eisini dyrka teir væl av víni og tubbaki. Av tí at veðurlagið er so lýtt, og stórir sandar eru fram við Atlantshavi, kemur nógv fólk til Uruguai at stuttleika sær úti við strondina í frítíðini.

Landið var ein partur av tí spanska hjálandaveldinum til 1821, tá Brasil legði landið undir seg. Uruguai gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1828. Í hjálandatíðini varð økið nevnt Banda Oriental, sum merkir eystari áarbakki Uruguei-ánni. Hetta sæst eisini aftur í almenna navinum.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Sum fyrsta land í heiminum hevur Uruguai gjørt av, at tað ikki longur skal vera ólógligt at dyrka, selja og brúka marijuana. Eftir 12 tíma langa viðgerð í senatinum týsdagin 10. desember 2013 bleiv nýggja lógin samtykt við 16 atkvøðum fyri og 13 ímóti. Undirhúsið í Uruguai samtykti lógina longu í juni 2013, og roknað varð við, at hon skuldi setast í gildi í apríl mánaði í 2014. Sambært lógini fáa fólk 18 ár og eldri rætt til at keypa upp í 40 gramm av marijuana um mánaðin. Stjórnin vónaði, at lógarbroytingin fór at gera sítt til at steðga narkokartellunum í landinum, men tey ivasomu siga, at hon fer at gera tað lættari hjá fleiri fólkum at fáa rúsevni. Sálarfrøðingar siga, at lógin fer at elva til, at talið av fólkum við sálarsjúkum fer at vaksa, og skúlalærarar stúra fyri, at fleiri næmingar fara at dumpa. Og apotekarar eru ikki fegnir og siga, at nýggja lógin fer at skaða teirra umdømi [1].

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Landslutir

[rætta | rætta wikitekst]

Landið er býtt sundur í 19 landslutir:

  • Artigas
  • Canelones
  • Cerro Largo
  • Colonia
  • Durazno
  • Flores
  • Florida
  • Lavalleja
  • Maldonado
  • Montevideo
  • Paysandú
  • Río Negro
  • Rivera
  • Rocha
  • Salto
  • San José
  • Soriano
  • Tacuarembó
  • Treinta y Tres
  1. http://www.nrk.no/verden/uruguay-legaliserer-marihuana-1.11410595
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið