Jump to content

Andros

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Andros á korti yvir Suðuregearaoyggjarnar, sum er ein av 13 landslutum í Grikkalandi (fyrisitingarligt øki)
Batsi á oynni Andros

Andros (grikskt: Άνδρος) er ein oyggj í Grikkalandi. Oyggin er tann norðasta av Kykladuoyggjunum og liggur umleið 10 km í ein landsynning av oynni Evvia og umleið 3 km norðanfyri oynna Tinos. Andros er 380 km2 til støddar, í 2011 var fólkatalið á oynni 9.221 og fólkatættleikin 24/km2. Oyggin er nærum 40 km long og 16 km har hon er breiðast. Oyggin er eitt nú kend fyri sítt kelduvatn, sum kemur úr Sariza kelduni í Apoikia, hon rennur út úr einum leyvuhøvdi.

Í fornøld (7. - 6. øld á.Kr.) varð oyggin bygd av jóniskum fólkum (økið var í høvuðsheitum har í Turkaland er í dag og tær griksku oyggjarnar í Egearahavinum), møguliga blandað við fólkum úr Thrakia (økið fevnir í dag um landnyrðingshornið av Grikkalandi og partar av Bulgaria og Turkalandi). Í 480 á.Kr. sendi oyggin skipaflota til Xerxes I av Persia, og bleiv tí straffað av tí grikska flotanum, ið herjaði á oynna. Í 411 á.Kr. proklameraði oyggin, at hon var sjálvstøðug og í 408 á.Kr. stóð hon ímóti einum álopi úr Athen. Frá 1207 til 1566 varð Andros stýrd av privatu familjunum Zeno og Sommaripa undir venesianskari verju og eftirliti. Síðan kom oyggin undir beinleiðis osmanniskt og muslimsk stýri. Í 1821 bleiv oyggin samman við hinum Kykladuoyggjunum fræls og gjørdist partur av Grikkalandi. Hin 10. mai 1821 kunngjørdi uppreistarsinnaði presturin, Theophilos Kairis, sum var ein av oddamonnunum í grikska frælsisstríðnum, at nú var grikska frælsisstríðið byrjað, og so heisaði hann grikska flaggið á St. Georgs kirkjuni, sum liggur vakurt á eini fjallasíðu á Andros og helt eina kenda og hjartanemandi røðu, sum eggjaði reiðarum og vinnulívsfólkum til at lata burturav ognum teirra til frama fyri grikska frælsisstríðnum, so teir kundu senda flotar avstað móti osmannum.

Bygdir á Andros

[rætta | rætta wikitekst]
  • Aladinon
  • Apoikia
  • Ammolochos
  • Andros (Chora)
  • Ano Aprovato
  • Ano Gavrio
  • Arnas
  • Batsi
  • Epano Fellos
  • Gavrio
  • Kalyvari
  • Kaparia
  • Katakilo
  • Kipri
  • Kochylos
  • Lamira
  • Livadia
 
  • Makrotantalo
  • Mermingies
  • Mesaria
  • Ormos Korthiou
  • Palaiokastro
  • Palaiopolis
  • Piso Meria
  • Pitrofos
  • Sineti
  • Stenies
  • Varidio
  • Vitalio
  • Vouni
  • Vourkoti
  • Ypsilou
  • Zaganiaris
  • Strapouries


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið