Innsbruck
Appearance
Innsbruck er høvuðsstaðurin og størsti býur í lutstatinum Tirol í Eysturríki. Við ársbyrjan í 2019 vóru tað 132.110 fólk, sum búðu í Innsbruck.[1] Áin Inn rennur ígjøgnum býin.
Innsbruck er universitetsbýur. Lærdi háskúlin varð settur á stovn í 1669.
Býurin var vertur fyri Vetrar OL í 1964 og 1976.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Coordinates: 47°16′06″N 11°23′36″E / 47.26833°N 11.39333°E