Jump to content

Mýta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mýta. Gudasøgn (en. myth, da. myte úr gr. mythos, "søga"). Gudasøgn. Søga um, hvussu heimurin ella partar av honum vórðu skaptir í forsøguligari tíð av yvirnatúrligum máttum. M. er sostatt eitt slag av frágreiðingum um náttúrufyribrigdi, men eisini staðfesting av samfelagsligum vanum og siðum; tær hava størsta ávirkan í sonevndum frumkendum samfeløgum, har sum nýtíðar tøkni og vísindi ikki eru komin framat.

Orði gudafrøði (da. mytologi) verður brúkt bæði um m. hjá einum fólki ella í einum tíðarskeiði, og um ta frøðigreinina sum granskar tær. M. hava stóran leiklut í bókmentum. Nevnast kunnu kvæði Hamers; forngrikskar m. eru somuleiðis uppistøðan í griksku harmleikunum, og tær hava ríkað vesturlendskar bókmentir til henda dag. Gudakvæði millum eddukvæði eru umframt Snorra-Eddu týdningarmestu heimildirnar um norrønar m., hóast tær ikki eru uppskrivaðar fyrr enn í kristnari tíð; hesar m. hildu fram at liva í kenningum í dróttkvæðum, tær hómast í summum hetjukvæðum og øðrum fornum norrønum bókmentum. Aðrar m. enn kristnar høvdu ilt við seg í Evropa í miðøldini, til endurreisnin fór at leita aftur til grikskar m. Seinni vaktu slóðbrótarar hjá romantikkinum áhuga fyri keltiskari og norrønari gudafrøði (í Danmark Oehlenschläger og Grundtvig). Uppaftur aðrir høvundar skaptu sínar egnu m.

Freud hevði stóran áhuga fyri m. sum heimildum um, hvat formar menniskjasálina, t.d. søgnini um Ødipus, og lærusveinur hansara C.C. Jung kannaði líkar m. úr ymiskum mentanarøkjum og raktu tær til "felags dulvitið" hjá mannaættini, har hann fann felags menniskjaligar hugmyndir (arketýpur, sálarfrøðilig bókmentagransking). Franski mannfrøðingurin og strukturalisturin Lévi-Strauss hevur havt ávirkan á bókmentafrøði við sínum kanningum av m. hjá frumkendum fólkasløgum. Hann kannaði, hvussu struktururin í m. er samansettur ac mótsetningum (t.d. "lív og deyði"), og hvussu hesin djúpstruktururin sæst aftur undir ymiskum yvirflatustrukturi í m. hjá ólíkastu samfeløgum; tann ólíka yvirflatustrukturin setti hann í samband við munin millum tey ymisku samfelagssniðini; hann metti, at m. eru ein ótilvitaður háttur hjá menniskjum at loysa lívsgátur og rættvísgera samfelagsreglur. Hansara ástøði um, at ”mýtur hugsa í menniskjum” er ein hornasteinur í strukturalismuni.

Heitið m. verður ofta í fluttari merking um hugmyndir í samtíðini, sum ikki eru gudasagnir, men eru góðkendar, óskilvísar frágreiðingar ella rætttvísgeringar av ráðandi samfelagsligum atburði. Slíkar m. eru skaptar av politikarum ella lýsarum. Ein hin kendasti granskarin av m. í mentanini í okkara tíð var Roland Barthes. Hann vísti á, at mangt og hvat, sum gongur fyri at vera natúrligt, er stívnaðir samfelagsnormar og mynstur: fyribrigdi í mentan og list fáa mýtiska merking, og tað sama er at siga um alskyns gerandislig ting; aftrat frummerking síni ognast tey eina merking í øðrum umfari gjøgnum samfelagsligt brúk. Vín, t.d., er í Fraklandi ikki bara ein drykkur sum allir aðrir, men ein "totemdrykkur", ella rituellur drykkur, t.e. drykkur bundin at halgisiðum, á sama hátt sum mjólkin frá teirri hollendsku kúnni í Hollandi, ella teið, sum bretska kongshúsið drekkur hátíðarliga saman. Tað er støði undir einum felags siðalag. Fyri fransmenn, sigur Barthes, er tað at trúgva upp á vín ein felagsskapur, sum teir eru tvingaðir inn í. Og at drekka vín er eitt ritual, ein halgisiður, fyri samfelagsliga innliman. Við at skapa mýtiska merking royna mentanir at fáa sínar egnu normar at sýnast vera almenn náttúrufyribrigdi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið